Slovakar fáa møguleika at manna nýtt lið

Slovakar fáa møguleika at manna nýtt lið
Champions League-dysturin móti KÍ er útsettur til fríggjakvøldið
Dysturin millum slovakiska liðið og KÍ er útsettur fyribils
 
19.08.2020 - 11:40

Slovan Bratislava fær møguleika at manna nýtt lið til Champions League-dystin móti KÍ, sum fyribils er útsettur til fríggjakvøldið.

Tað er greitt, eftir at umboð fyri KÍ, Slovan Bratislava, FSF og UEFA hava havt fund um støðuna. 

Eftir ætlan skuldi dysturin spælast í Klaksvík í kvøld, men tá farsóttarnevndin í gjárkvøldið gjørdi av, at allur hópurin hjá liðnum skal í sóttarhald, tí ein fysioteurapeutur hevði fingið staðfest koronusmittu, gjørdist greitt, at dysturin ikki kundi spælast. 

Men nú fær felagið møguleikan at manna eitt lið við øðrum leikarum, ið kunnu spæla dystin fríggjakvøldið klokkan 19. 

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117