- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunan endurskoðar Karlamagnusarbreyt

Karlamagnusarbreyt var upprunaliga ætlað til vinnuøki, men fíggjarkreppan í 2009-2010 broytti ætlanina til í høvuðsheitum at vera til íbúðabygging.
Nú eru meira enn 300 íbúðir komnar við Karlamagnusarbreyt. Nú byggingin við Karlamagnusarbreyt er komin væl ávegis, vísir tað seg, at nógvar avbjóðingar eru í økinum, sigur Tórshavnar kommuna.
>> SÍ EISINI Her skal ferðslan vera tryggari
Býarskipanardeildin og tekniska deild hjá býráðnum hava tí í eina tíð arbeitt við at greina ymisku avbjóðingarnar og høvdu kallað fólk í økinum til fundir fyri at viðgera ymisku avbjóðingarnar og tryggja, at fólk vórðu hoyrd.
Men so kom korona, og fundirnir vórðu avlýstir. Í staðin fyri kom ein talgild borgaraluttøka, har bæði fólk í økinum, og onnur kundu gera sínar viðmerkingar.
Fingu 233 viðmerkingar frá fólki
Talgilda borgaraluttøkan var opin í tríggjar vikur, og 233 viðmerkingar komu, 70 frá fólki við Karlamagnusarbreyt, 127 frá fólki í grannalagnum og 70 frá øðrum.
Størstu trupulleikarnir við Karlamagnusarbreyt eru vantandi parkering, gøtur og gonguleiðir, ferðslan á Karlamagnusarbreyt og vantandi fríøki.
Arbeitt verður í løtuni við at gera heildarætlanina fyri Karlamagnusarbreyt lidna. Hon fer síðani til politiska viðgerð, og er undirtøka fyri henni har, fer hon til almenna hoyring.
