- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri pengar komu í landskassan

Fleiri pengar enn roknað varð við, tá fíggjarlógin fyri 2019 varð gjørd og samtykt, komu í nógvum førum í landskassan í fjør.
Í landsskatti komu til dømis slakar 81,3 milliónir krónur meira enn væntað. Partafelagsskatturin gav slakar 12 milliónir meira, men kapitalvinningsskatturin var góðar 22 milliónir minni.
Feløgini góvu meira
Feløgini, sum landið eigur ella eigur í, góvu meira av sær enn væntað í fjør. Landið fekk 23 milliónir krónur í vinningsbýti frá BankNordik fyri sín triðing har, níggju milliónir meira enn væntað.
Onnur partafeløg lótu 45 miilliónir krónur í landskassan, 20 milliónir meira enn fíggjarlógin segði. Serliga Føroya Tele gav meira enn væntað í fjør.
Meirvirðisgjaldið var 66,8 milliónir størri enn mett í fjør. Avgjald á fiski gav 48,3 milliónir meira, tí uppboðssølurnar góvu meira.
Loyvisgjaldið gav minni
Stóra bilasølan sæst eisini aftur í landskassanum, sum fekk 10,5 milliónir krónur meira enn væntað í skrásetingargjaldi. Og vegskatturin gav 6,7 milliónir meira.
Loyvisgjaldið frá alivinnuni var 24 milliónir krónur minni enn væntað, tí laksaprísurin var lágur eitt skifti í fjør, hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita.
Og landskassin fekk ikki eitt oyra frá Tjóðbankanum í fjør, tí Tjóðbankin hevði hall í 2018. Roknað var annars við fimm milliónum krónum frá Tjóðbankanum.
