- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin bygningur varð seldur

Landsstýrið væntaði at selja almennar bygningar fyri 25 mió. kr. í fjør.
Men selt varð ikki fyri eina krónu í fjør. So fíggjarlógin minkaði 25 milliónir krónur.
Orsøkin til, at eingin bygningur varð seldur í fjør, er tann, at einki stjórnarráð boðaði Landsverki frá, at bygningur var til sølu. Landið eigur 185 bygningar, svarandi til 240.000 fermetrar í vídd.
Rokna við fimm mió. í ár
Tey fimm árini frá 2014 til 2018 seldi landið bygningar fyri 6,8 mió. kr. í miðal um árið. Í ár er roknað við fimm milliónum í fíggjarlógini fyri seldar bygningar.
Hetta heldur Fíggjarmálaráðið vera "veruleikakent".
Løgtingsgrannskoðarnarnir hava fyrr víst á, at sølujáttanin í fíggjarlógini skal vera "veruleikakend", sum teir kalla tað.
