- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her skal ferðslan vera tryggari
Her skal ferðslan vera tryggari
Kommunan í Havn hevur nú broytt ferðsluumstøðurnar við Skúlan á Løgmannabreyt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20161104_avmarkad_eftirlit._0199.jpg?itok=P2wd-4j9)
Ferðsluumstøðurnar við Skúlan við Løgmannabreyt skulu nú gerast tryggari, ætlar kommunan
14.08.2020 - 06:54
Tórshavnar kommunu er farin undir at gera ferðsluumstøðurnar við Skúlan á Løgmannabreyt tryggari. Bræv er sent kommununi um hesi viðurskifti, og nú hevur kommunan broytt ferðsluna á Karlamagnusarbreyt.
Tað verður ikki loyvt at seta akfør á skúlaleiðina frá Atlagøtu til rundkoyringina í Rólantsgøtu. Parkeringarforboð verður lýst í báðum borðum.
Og niðan eftir Karlamagnusarbreyt, frá Ingibjargargøtu til innkoyringina til skúlan á Løgmannabreyt, verður ferðslan einvegis.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV