- Tíðindi, mentan og ítróttur
Friðaravtala undirskrivað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fridaravtala-12082020-ap.jpeg?itok=-m17rcfl)
Avtalan hevur við sær, at Ísrael skal gevast við at leggja arabiskt lendi undir seg, sigur krúnprinsurin í Emiratunum við Reuters.
Hann sigur eisini, at amerikanski forsetin, Donald Trump, og ísrelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, eru samdir um at Ísrael skal gevast við at leggja palestinsk øki undir seg.
– Talan er um ein sigur fyri friðin, siga bæði amerikanski forsetin og ísraelski sendiharrin í Washington.
Palestinar atfinningarsamir
Boðað verður frá, at Donald Trump hevur verið viðvirkandi til, at avtalan er gjørd, og sjálvur sigur amerikanski forsetin, at onnur viðurskifti eru við at koma uppá pláss, sum hann kortini ikki kann siga nakað um enn.
Palestinar finnast at avtaluni sum Emiratini hava gjørt við Ísrael. Talskvinnan hjá PLO, Hanan Ashrawi, sigur, at Ísrael nú fær góðkenning fyri tað, sum landið hevur gjørt leingi, og tað er at leggja palestinskt øki undir seg.
Tað eru bert tvey onnur arabisk lond sum hava diplomatiskt samband við Ísrael, tey eru Egyptaland og Jordan, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.