Øll kannað: Eingin smitta staðfest

bannari
Øll kannað: Eingin smitta staðfest
Eingin í B36 hópinum umframt tann eini er smittaður við koronu, boðar felagið frá
Allur hópurin kring Betri-liðið hjá B36 varð kannaður í gjár
Mynd: Savnsmynd  
 
13.08.2020 - 06:32

Øll blivu kannað í gjár, tí ein í leiðarahópinum var fyrr í vikuni staðfestur at vera positivur. Tí bleiv allur hópurin kring Betri-liðið hjá felagnum kannaður í gjár.

Og eingin var positivur. Allur hópurin var í sjálvbodnum sóttarhaldi. B36 sigur, at felagið tosaði við landslæknan í gjárkvøldið.

 >> SÍ EISINI Besta liðið hjá B36 rakt av koronu

Niðurstøðan hjá landslæknanum var, at umstøðurnar kring koronutilburðin vóru av tílíkum slagi, at hópurin ikki er settur í sóttarhald.

Tað skrivar B36 á heimasíðuni. Felagið kann tí halda fram at fyrireika seg til Europa League dystin á Gibraltar í næstu viku.

Men spælararnir verða kannaðir aftur í morginári og mánadagin. Fyri at binda um heilan fingur verður tó eingin venjing, fyrr enn kanningarúrslitini koma í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209