- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaskúlin byrjar aftur týsdagin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/folkaskuli-02.jpg?itok=fHSkFVsy)
Fólkaskúlin byrjar aftur týsdagin. 7.231 børn fara í skúla í hesum skúlaárinum, 6.994 í fólkaskúlan og 237 í forskúla. 194 børn eru í frískúlum.
44 fólkaskúlar eru í Føroyum. Teir størstu eru skúlin á Fløtum í Havn, sum hevur 752 næmingar, og skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík, sum hevur 719 næmingar.
Sjey skúlar hava færri enn 10 næmingar. 718 børn fara í fyrsta flokk í ár. Hetta eru í høvuðsheitum børn, sum eru fødd í 2013. Tað árið vóru 626 børn fødd í Føroyum. Nú nú sjey ár seinni eru tey 92 fleiri, tí nógv eru flutt til Føroya seinastu árini.
Fyrireikingar ikki endaliga lidnar
Seinnu árini eru serflokkar stovnaðir í fólkaskúlanum. Í hesum skúlaárinum eru 143 næmingar í serflokkum.
Í løtuni eru Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, skúlaleiðslurnar, kommununurnar og Koronuráðgevingin við at fyrireika, hvussu farið verður aftur í skúla.
Miðað verður eftir at halda allar flokkarnar atskildar, so næmingarnir bara eru saman við næmingunum í sínum egna flokki. Øll hini tilmælini síggjast eisini her.