- Tíðindi, mentan og ítróttur
Besta liðið hjá B36 rakt av koronu
Dysturin millum Skála og B36, í Betri deildini hjá monnum, sum skuldi verða í kvøld, er útsettur. Tað skrivaðu bæði Skála og B36 í gjárkvøldið.
Orsøkin er, at ein í B36 hópinum hevur fingið staðfest koronusmittu. Undan hesum umfarinum kravdi Fótbóltssambandið, at øll liðini hjá feløgunum vórðu kannað fyri koronu
Tað er ein av hesum kanningunum, sum nú hevur víst, at ein í leiðarahópinum hjá B36 er smittaður. Tað skrivar B36 á heimasíðuni.
B36 skrivar, at umstøðurnar kring tilburðin nú verða kannaðar og at felagið er í tøttum samskifti við landslæknan og Fótbóltsambandið. Í fyrsta umfari skal allur hópurin kannast umaftur í morgun.
Rætting: Í undiryvirskriftini stóð fyrst, at tað var ein spælari, sum var smittaður. Hetta er nú rættað til ein í leiðarahópinum.