- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórnin í Libanon farin frá
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/beirut.jpeg?itok=V1YrwBUf)
Tað boðaði Hassan Diab, forsætisráðharri frá í eini røðu fyri tjóðini. Hann segði, at ógvusliga spreingingin í Beirut var avleiðingin av korruptión í samfelagnum seinastu 30 árini.
Hassan Diab gav beinleiðis teimum bólkum, sum hava myndað samfelagið, ábyrgdina fyri hendingina í farnu viku.
– Ikki fyrr enn tey, sum hava ábyrgdina, eru drigin til svars fyri sínar gerðir, verða vit nøgd, segði Hassan Diab, forsætisráðharri í Libanon.
Fleiri aðrir politikarar eisini lagt frá sær
Seinastu dagarnar hava ógvuslig mótmælir verið í Beirut. Serliga uttan fyri tjóðartingið, og harðir samanbrestir hava verið ímillum mótmælisfólk og løgregluna.
Fleiri politikarar, bæði ráðharrar og tjóðartingslimir, hava seinastu dagarnar lagt frá sær, sambært tíðindastovunum hjá Reuters og Ritzau.
>> SÍ EISINI Sí upptøkurnar: So ógvuslig var spreingingin
Ógvusliga spreingingin í havnini í Beirut kom av næstan 3.000 tonsum av ammoniumnitrati, sum hevði ligið á goymslu síðani í 2013. 158 fólk lótu lív og umleið 6.000 vórðu særd.
Fleiri lond hava valt at senda pening til Libanon, fyri at hjálpa uppá støðuna, millum annað Føroyar, ið senda 500.000 krónur.