- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skeinkistøð fáa pengar úr landskassanum
Skeinkistøðini, sum nú noyðast at lata aftur kl. 23.00 eftir boðum frá landsstýrinum, fáa pengar úr landskassanum.
Uppskot er nú gjørt og sent til hoyringar um, hvussu hjálparpakki trý skal umsitast.
Og har eru skeinkistøðini við.
Hjálparpakki trý, sum løgtingið samtykti í juni, er í høvuðsheitum um at hjálpa ferðavinnuni. Ferðavinnufyritøkur kunnu fáa endurgjald fyri fastar útreiðslur.
Tær fyritøkur, sum hava mist millum 40 og 60 prosent av umsetninginum, kunnu fáa 50 prosent endurgoldið.
Hava tær mist millum 60 og 100 prosent, kunnu tær fáa 75 prosent endurgoldið.
Tíggju milliónir
Stuðulin verður í mesta lagi tíggju milliónir krónur fyri hvørja fyritøku, Tað er galdandi fyri tíðarskeiðið 12. mars til 31. august í ár.
Og Framtaksgrunnurin hevur bundið seg til at hava 30 milliónir krónur í ár og næsta ár til váðafúsan kapital til ferðavinnufyritøkur.
Uppskotið, sum nú er sent til hoyringar, tilskilar, hvørjar fyritøkur eru ferðavinnufyritøkur. Uppskotið sigur eisini, hvørjar útreiðslur geva stuðul.
Til dømis sigur uppskotið, at hvør fyritøka kann fáa stuðul til í mesta lagi lønina hjá tíggju starvsfólkum, í mesta lagi 27.000 kr. um mánaðin til hvørt fólkið.
Hoyringarfreistin er 16. august.