- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hongkong: Kendur stríðsmaður tikin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jimmy_lai.jpg?itok=92nFxHhX)
Ein av kendastu stríðsmonnunum fyri fólkaræði í Hongkong, Jimmy Lai, er tikin. Hann er skuldsettur fyri at samstarva við útlendsk áhugamál, skrivar tíðindastovan Reuters.
Jimmy Lai er tikin eftir trygdarlógini, sum varð sett í gildi í Hongkong tíðliga í summar. Einki verður kortini sagt um, hvørji útlendsk áhugamál talan er um.
Ein kelda í løgregluni váttar, at Jimmy Lai er tikin, og hann er skuldsettur fyri at samstarva við útlendsk áhugamál og fyri svik.
Leingi verið í stríð við myndugleikarnar
Higartil hevur løgreglan í Hongkong tikið sjey fólk, sum hava skipað fyri mótmælum, síðani trygdarlógin varð sett í gildi í Hongkong.
Ríkmaðurin, Jimmy Lai, eigur fjølmiðlafyritøkuna, Next Digital. Hann hevur leingi verið í stríð við kinesisku myndugleikarnar, sum hann sigur køva alt fólkaræði í Hongkong.
Eftir at trygdarlógin varð sett í gildi í mai, segði hann við Reuters, at hann fór at verða verandi í Hongkong, og stríðast fyri demokratisku rættindunum, hóast hann var í vanda fyri at verða tikin.