- Tíðindi, mentan og ítróttur
Foreldur skulu boða frá áðrenn
Støðan við koronu ger, at mánadagin verður aftur neyðugt at brúka talgildu tilmeldingarskipanina, har foreldur skulu boða frá, um barn teirra kemur á stovn ella í dagrøkt í Klaksvíkar kommunu.
Tað boðar kommunan frá. Foreldur skulu boða avvarðandi stovni frá í seinasta lagi í dag kokkan 18. Skipanin varð eisini brúkt í vár.
Sleppa undan ansingargjaldi
Foreldur boða frá á heimasíðuni klaksvik.fo, um barnið kemur á stovn ella í dagrøkt, hvørjar dagar, barnið kemur, nær tað kemur, og nær tað verður heintað.
Nú er sama skipan komin aftur. Eins og í vár hevur Klaksvíkar kommuna gjørt av, at tey, sum hava børn síni heima, ikki skulu rinda barnaansingargjald.
Men tey, sum brúka ansingina, skulu gjalda fyri hana. Klaksvíkar kommuna heitir á fólk um at brúka barnaansingina sum minst .