Fá børn á stovni í Havn

bannari
Fá børn á stovni í Havn
Foreldur í høvuðstaðnum hava í stóran mun tikið boðini til sín um at hava børnini heima í dag
Fá børn eru á dagstovnunum í Havn í dag, sigur kommunan
 
06.08.2020 - 11:17

Sera fá børn eru á teimum ymisku dagstovnunum í Havn í dag. Tað sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, við Kringvarpið.

Seint seinnapartin í gjár heitti Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, á foreldur um at hava børnini heima í dag og í morgin, ber tað til.

Men hóast hesa áheitanina eru stovnarnir tó framvegis opnir. Jóan Petur Hentze sigur, at tað hava bara verið heilt fá børn á stovnunum í býnum, og fleiri staðni hava ongi børn verið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463