- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin tikin fyri eldáseting
Eingin tikin fyri eldáseting
Løgreglan veit framvegis ikki, hvør setti eld á dagstovnin Lítla skóg á ólavsøku
06.08.2020 - 15:51
Eingin er tikin fyri eldasetingina í dagsstovninum Lítla skógi í Djóna í Geil gøtu i Havn fyri einari viku síðani.
Nakað fyri klokkan tvey hósnáttina í síðstu viku fekk politiið fráboðan um, at eldur var í dagsstovninum Lítla skógi. Brandávaringin í stovninum boðaði frá á Brandstøðini.
Onkur hevur brotið ein rút í dagsstovninum og hevur fest í í tveimum støðum inni, millum annað í einum ruskílati. Men eldurin fekk ikki stundir at breiða seg.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV