- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avlýsa mentanarnátt
Avlýsingarnar byrja longu at koma frá ymsum tiltøkum, nú korona aftur er farin at gera um seg í Føroyum. FSF sigur við portal.fo í morgun, at starvsnevndin í FSF hevur tikið avgerð um, at frá mikudegnum 5. august til og við leygardagin 22. august, verða allir dystir í vaksnamannadeildunum spældir uttan áskoðarar.
Somuleiðis verður heitt á feløgini um at hyggja eftir koronavegleiðingini í sambandi við venjing og dystir.
Fyriskipararnir av mentanarnáttini í Havn hava eisini boðað frá í morgun, at eingin mentanarnátt verður í ár. Seinastu mongu árini hevur mentanarnáttin verið fyrsta fríggjadag í juni mánaði, men koronu-tilmælini gjørdu, at fyrireikararnir í fyrstu atløgu útsettu mentanarnáttina í ár til 11. september. Men nú er so greitt, at eingin mentanarnátt verður í ár.
Fyrireikararnir vísa á í tíðindaskrivi, at nógv tíð og orka verður løgd í at fyrireika og at leggja skrá og tiltøk til rættis, og byrjast má í góðari tíð. Men tað er enn ivasamt, hvussu støðan við koronu verður í september, og tí ber illa til at gera neyvar fyrireikingar.