Gera streym til 4.000 húsarhald

Gera streym til 4.000 húsarhald
Eitt farmaskip er komið á Drelnes við vindmyllunum, ið skulu setast upp í Porkerishaganum
Mynd: Tvøroyrar kommuna  
 
21.07.2020 - 08:11

Myllurnar hjá SEV, sum skulu setast upp í Porkerishaganum, eru komnar til Føroya. Eitt farmaskip er komið á Drelnes við vindmyllunum, skrivar Tvøroyrar kommuna á sínari heimasiðu.

SEV upplýsir, at tær sjey myllurnar, sum tilsamans eru 6,3 megawatt, verða settar upp saman við einari battarískipan og einum synkronum kompensatori, sum tryggja javna elorku.

Battarískipan líka so stóra orku

Battarískipanin í Porkeri verður serstøk, tí hon hevur eins stóran mátt og vindmyllurnar hava.

Hetta ger, at hon kann virka sum tiltaksverk í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum, um vindorkan brádliga minkar.

SEV fer tí av og á at sløkkja motorarnar á Vágsverkinum, tá nóg nógvur vindur er, heldur enn at hava teir gangandi til reiðar at taka yvir, um vindurin brádliga minkar.

Byrja streymframleiðsluna í september

Myllurnar í Porkerishaga fara at gera streym til 4.000 húsarhald. Og SEV sparir 4.300 tons av olju.

Vindfelagið Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, fekk loyvi at byggja vindmyllulundina í Porkerishaganum í kapping við niðurlendskt felag.

Eftir ætlan byrjar fyrsta myllan at lata streym á netið hjá SEV í Suðuroy í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981