Kann gerast størsta oljuvanlukkan í heimssøguni

Kann gerast størsta oljuvanlukkan í heimssøguni
Eitt 45 ára gamalt oljutangaskip við meira enn einari miljón tunnum av olju umborð liggur og rustar í Reyða-havinum út fyri krígsherjaða Jemen
 
18.07.2020 - 09:50

Eitt 45 ára gamalt oljutangaskip við meira enn einari miljón tunnum av olju umborð liggur og rustar í Reyða-havinum út fyri strondina í krígsherjaða landinum, Jemen. Tangaskipið, FSO Safer, er endað í bíðistøðu undir krígnum í Jemen, og eingin hevur røkt skipið í fleiri ár. ST-trygdarráðið fekk í vikuni frágreiðing um støðuna og ávarar nú um eina vanlukku.

Skipið er 362 metrar lang og er smíðað í Japan í 1970'unum. Jemen keypti skipið í 1980'unum, og tað hevur síðani ligið fyri akker og er brúkt sum goymsla til olju, sum er fingin úr jørðini inni í landinum. Tá kríggið brast á í Jemen, steðgaði oljuframleiðslan og eisini viðlíkahaldið. Og skipið hevur ligið við meira enn einari miljón tunnum av olju umborð.

Lekur øll oljan út í havið, verður oljudálkingin fýra ferðir størri, enn Exxon Valdez-dálkingin út fyri strondina í Alaska í 1989, sum er hildin at vera størsta oljuvanlukka í heimssøguni higartil.

Reyðahavið er lutfalsliga afturlatið havøki við smala Bab-el-mandeb-sundinum sunnast og Suez-veitini longst norðuri. Houtiuppreistrarfólk við stuðli frá Iran hava valdið í økinum, har FSO -Safer liggur fyri íla, og tey hava higartil ikki latið ST kannað skipið. Sambært ST, vilja houtiararnir fyrst hava trygd fyri, at teir kunnu selja oljuna, sum er umborð, og fáa pengarnar fyri hana. Men stjórnin í Jemen, sum fær stuðul frá Saudiarabia, sigur seg eiga oljuna.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981