- Tíðindi, mentan og ítróttur
Byggisamtyktin í Havn endurskoðast
Byggisamtyktin í Havn endurskoðast
Almenna byggisamtyktin, sum upprunaliga er frá 1972, skal nú endurskoðast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/torshavn_havnin.jpg?itok=i5ttd9H4)
14.07.2020 - 07:28
Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu skal endurskoðast. Tilfarið um endurskoðaðu almennu byggisamtyktina er til hoyringar. Freistin er 21. august.
Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu er frá 1972. Hon er endurskoðað í 1996 og í 2009, men broytingar eru gjørdar síðani 2009.
Neyðugt er at endurskoða nú, tí bygningskunngerðin kom í 2017. Tað mesta, sum er umrøtt í bygningskunngerðini, er tikið úr uppskotinum um nýggja almenna byggisamtykt, sum tí er stytt niður í helvtina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV