Fara undir at bora Dalstunnilin í heyst

Fara undir at bora Dalstunnilin í heyst
Níggju milliónir krónur eru settar av til tunnilsliðið hjá Landsverki, ið skal bora tunnlar til smærru bygdirnar í Føroyum
Mynd: Landsverk  
 
13.07.2020 - 09:09

Byrjað verður í Dali í heyst, og við verandi játtan verður tunnilin neyvan liðugur fyrrenn um seks ár.

Tað var annars í mai í fjør, at táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Heðin Mortensen, loysti fyrsta flagið í Húsavík.

Níggju milliónir krónur verða settar av til arbeiðið árliga. Stjórin á Landsverki heldur, at landsstýrið eigur at seta fleiri pengar av næstu árini, so ferð av álvara kann setast á arbeiðið at bora tunnilin.

Verða 20 milliónir krónur settar av, kunnu vit bora millum 500 og 700 metrar um árið. Tað vil siga, at við 20 milliónum tekur tað trý ella fýra ár at bora tunnilin, sigur Sigurd L. Lamhauge.

Við teimum pengunum, sum Landsverk hevur til tunnilsliðið nú, verður mett, at tað fer at taka umleið seks ár at bora tunnilin.

Eg vóni, at tá ið arbeiðið er byrjað, so verða fleiri pengar settir av, sigur stjórin á Landsverki.

Bergholið til Dals verður 2.200 metrar langt og átta metrar breitt.

Eisini skulu 200 metrar av vegi gerast húsavíkarmegin, 100 metrar av vegi dalsmegin, og tríggir kilometrar av verandi vegi skulu breiðkast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497