- Tíðindi, mentan og ítróttur
Endurskoða endurgjald
Endurskoða endurgjald
Møguliga verður ferðaendurgjaldið úr landskassanum størri hjá teimum, sum brúka Eysturoyartunnilin enn hjá teimum, sum brúka Vágatunnilin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-05-13-11h15m44s318.png?itok=U8YrY0eX)
Úr Eysturoyartunlinum.
12.07.2020 - 15:59
Møguliga verður ferðaendurgjaldið úr landskassanum størri hjá teimum, sum brúka til dømis Eysturoyartunnilin enn hjá teimum, sum brúka til dømis Vágatunnilin.
Sambært galdandi lóg, sum kom í 2015, er ferðaendurgjaldið fyri at koyra í undirsjóvartunli til arbeiðis 10 kr. fyri túrin.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði við Dag og Viku fríggjakvøldið, at hugt verður eftir ferðaendurgjaldinum í heyst.
Stórur munur er á 10 kr. í Vágatunlinum og í Eysturoyartunlinum, tí nógv dýrari verður at koyra í Eysturoyartunlinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV