- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ vendi dystinum á heimavølli
Allir favorittarnir vunnu sínar dystir í 11. umfari av Betrideildini við monnum.
TB skakaði KÍ við Djúpumýru, tá John Villi Leo legði útiliðið framum tíðliga í fyrra hálvleiki.
Men føroyameistarin fekk fótin fyri seg, og í seinna hálvleiki skoraðu lokalu hetjurnar, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð, og KÍ fekk trý virðismikil stig í toppstríðinum.
NSÍ vann eisini sín dyst. Salmundur Bech skeyt sigursmálið í 37. minutti, og NSÍ átti helst at havt skorað fleiri mál.
B36 hevði ikki stórvegis trupulleikar í grannauppgerðini móti AB á Argjum. Michal Przybylski, Árni Frederiksberg, Sebastian Pingel og Meinhard Olsen skoraðu í 4-0 sigrinum.
Víkingur vitjaði á Skála, og longu í hálvleikinum var útiliðið frammanfyri 4-0, sum eisini varð endaliga úrslitið. Jákup Johansen, Lukasz Cieslewicz, Atli Gregersen og Vukasin Tomic skutu málini hjá Víkingi, sum er aftur á fimta plássi.
Fyrsti dysturin í dag var ímillum ÍF og HB. ÍF legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men oddaliðið vísti styrki, og vann 2-1 við málum frá Mathiasi Nygaard og René Shaki Joensen.
ÍF - HB, 1-2
1-2 Hans Jákup Lervig, 6 min.
1-1 Mathias Nygaard, 30 min.
1-2 René Shaki Joensen, 66 min.
AB - B36, 0-4
0-1 Michal Przybylski, 11 min.
0-2 Árni Frederiksberg, 46 min.
0-3 Sebastian Pingel, 66 min.
0-4 Meinhard Olsen, 86 min.
Skála - Víkingur, 0-4
0-1 Jákup Johansen, 10 min.
0-2 Lukasz Cieslewicz, 14 min.
0-3 Atli Gregersen, 18 min.
0-4 Vukasin Tomic, 45+1
KÍ - TB, 2-1
0-1 John Villi Leo, 18 min.
1-1 Jákup B. Andreasen, 52 min.
2-1 Jóannes Bjartalíð, 78 min. (br.)
NSÍ - EB/Streymur, 1-0
1-0 Salmundur Bech, 37 min.
Betrideildin, støðan:
1. HB, 28 stig
2. NSÍ, 26 stig
3. KÍ, 26 stig
4. B36, 25 stig
5. Víkingur, 17 stig
6. ÍF, 16 stig
7. EB/Streymur, 7 stig
8. TB, 6 stig
9. AB, 4 stig
10. Skála, 1 stig