Lógin um Húsalánsgrunnin broytast

Lógin um Húsalánsgrunnin broytast
Grunnurin skal nú geva ráðgeving um alternativar byggihættir og fíggingarhættir
 
03.07.2020 - 06:53

Húsalánsgrunnurin skal nú geva ráðgeving um alternativar byggihættir og fíggingarhættir, sum kunnu leggja lunnar undir ein meira fjølbroyttan føroyskan bústaðarmarknað.

Tað er eitt endamálið, nú lógin um Húsalánsgrunnin skal broytast. Sambært uppskotinum um lógarbroyting skal Húsalánsgrunnurin geva fólki góð ráð um bygging og fígging.

Hann kann eisini geva stovnum, kommunum, feløgum og øðrum ráðgeving og taka pengar fyri hana. Lógarbroytingin er til hoyringar nú. Hoyringarfreistin er til 30. juli.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824