Víkingur ryggin móti múrinum undan KÍ-vitjan

Víkingur ryggin móti múrinum undan KÍ-vitjan
Víkingur er undir trýsti, tá KÍ vitjar í Gøtu í dag í størsta dystinum hetta umfarið. Fýra Betri-dystir eru við monnum, og tríggir við kvinnum í dag
Blátt er gott: Myrkablátt og ljósablátt hittast í Sarpugerði í dag
 
28.06.2020 - 09:57

Føroyameistarin, KÍ, vitjar Víking í Sarpugerði í dag. 

KÍ er nummar fýra undan dystinum, men bert tvey stig eru upp til oddaliðini, HB og B36. 

Víkingur hinvegin er seks stig aftanfyri KÍ, og kann tí fáa eitt ávíst samband aftur við fremstu liðini, um teir ljósabláu vinna í dag.

Liðini spældu í Klaksvík í 7. umfari, og tá vann KÍ 4-1. 

Nógvir dystir í dag

Tríggir aðrir dystir eru í Betrideildini við monnum í dag. ÍF tekur ímóti TB, HB vitjar Skála og á Argjum spæla AB og NSÍ.

Í Betrideildini við kvinnum er fult umfar í dag.

HB og oddaliðið, KÍ, spæla í Gundadali, ÍVB tekur ímóti B36, og NSÍ vitjar EBS/Skála. 

Dystirnir í dag

Betrideildin, menn:

Víkingur - KÍ (15:00)
ÍF - TB (15:00)
Skála - HB (15:00)
AB - NSÍ (17:00)

Betrideildin, kvinnur: 
EBS/Skála - NSÍ (13:00)
HB - KÍ (14:45)
ÍVB - B36 (18:00)


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209