Brúkarafelag: NemID er ikki nóg trygt trygt

Brúkarafelag: NemID er ikki nóg trygt trygt
Tað eydnaðist fremmandum at sleppa inn í skipanina, hóast kundin hevði borið seg rætt at
NemID er ikki so trygt, sum vit hava hildið
 
15.06.2020 - 09:43

Skipanin við NemID, sum eisini nógvir føroyingar nýta, er ikki so trygg, sum hildið hevur verið.

Og skipanin kann misnýtast, hóast tey, sum eru í skipanini, hava hildið allar reglur. 

Tað sigur brúkarafelagið, Tænk, sum røkir áhugamálini hjá brúkarunum, skrivar danska kringvarpið.

Kvinna varð snýtt

- Vit mugu staðfesta, at NemID ikki er so trygt, sum vit hildu, sigur advokaturin hjá Tænk, Anette Høyrup, við DR, eftir at ein 38 ára gomul kvinna var vitni til, at hennara skipan varð misnýtt.

Løgreglan og ein serkønur á telduøkinum kanna málið, og báðir partar siga, at tað hevði eydnast øðrum at koma inn í skipanina hjá kvinnuni, hóast hon hevði borið seg rætt at.

Løgreglan vil vera við, at fólk, sum vildu hava fatur á loyniorðunum hjá kvinnuni, hava fingið tey úr postkassanum, áðrenn kvinnan fekk postin, og hava síðani roynt at snýta fyri 265.000 kr., í hennara navni.

Málið komið í fókatingið

Málið er komið í fólkatingið, og formaðurin í rættarnevndini hjá fólkatinginum, Preben Bang Henriksen, sigur, at hendingin vísir, at NemID ikki er nóg trygt.

SF vil hava stig tikin, sum kunnu betra um trygdina við NemID, annaðhvørt frá Nets, sum rekur og eigur skipanina, ella frá myndugleikunum, tí fólk mugu vera trygg við eini skipan, sum tey eru tvingað at nýta, sigur framsøgukvinnan í rættarmálum, Karina Lorentzen.

Eindarlistin krevur, at Nets, sum rekur skipanina fyri bankarnar og statin, syrgir fyri, at viðurskiftini eru í lagi. Og flokkurin Vinstri heldur, at skipanin má endurskoðast.

Vísir á Digitaliseringsstýrið

Nets vil ikki gera viðmerkingar til málið, skrivar DR. Felagið vísir á, at tað er Digitaliseringsstýrið, sum keypir NemID-loysnina frá felagnum.

Digitaliseringsstýrið hevur biðið Nets um eina trygdarmeting eftir hendingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur
186216
Mánadag 13. januar
Orðaval #8 - jól og veður
186210
Mánadag 13. januar
Góðan morgun Føroyar
186207
Mánadag 13. januar
Morgunlestur: Mánadagur 13.januar 2025
186197
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125