- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsverk vil hava frið at vera byggiharri
Landsverk vil hava frið at vera byggiharri
Aðalráðini skulu koma við øllum krøvum sínum alt fyri eitt, tá stórar verkætlanir byrja, stendur í frágreiðingini frá Landsverki

Glasir gjørdist ein byggigøla. Nú vil Landsverk hava, at tryggjast skal, áðrenn ein verkætlan byrjar, at hon kann gerast fyri ásetta fíggjarkarmin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
11.06.2020 - 10:21
Reglurnar um bygging hjá tí almenna skulu herðast.
Í frágreiðingini Landsverk - avbjóðingar og átøk, er luturin hjá Landsverki sum byggiharri lýstur.
Tilmælini eru, at tryggjast skal, áðrenn ein verkætlan byrjar, at hon kann gerast fyri ásetta fíggjarkarmin.
Aðalráðini, sum bygt verður fyri, skulu koma við øllum krøvum sínum alt fyri eitt, tá stórar verkætlanir byrja.
Vilja hava frið
Landsverk eigur at fáa frið at vera byggiharri. Eingin ivi skal vera um, hvør hevur ábyrgd og rætt at ávísa.
Tá ein verkætlan verður fíggjað, skulu tíggju prosent setast av til fullfíggjaða fyrireiking.
Og onnur tíggju prosent skulu leggjast omaná til óvissur.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV