- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðkennir ikki sáttmálan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jorgen_niclasen-5.jpg?itok=gfUEu566)
Fíggjarmálaráðið góðkennir ikki sáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið skrivaðu undir mikudagin.
Nýggi sáttmálin, sum tey bæði feløgini undirskrivaðu fyrradagin, var galdandi fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2019 - 30. september 2021.
– Síðani Fíggjarmálaráðið gjørdi semju við Starvsmannafelagið síðst í januar 2020 er støðan í samfelagnum sum kunnugt sera nógv broytt og fylgjurnar av COVID19 eru m.a. at búskaparligan støðan hjá landskassanum er fullkomiliga broytt.
>> SÍ EISINI Fíggjarmálaráðið vil strika lønarhækkan
– Harvið er grundarlagið undir at gera semjur á almenna arbeiðsmarknaðinum eisini heilt broytt, sigur Fíggjarmálaráðið millum annað í tíðindaskrivinum, sum er sent fjølmiðlunum
Fyrra árið fáa starvsfólk í lønarflokki 1-21 795 krónur omaná mánaðarlønina og starvsfólk í flokki 22-50 fáa 595 krónur omaná mánaðarlønina.
Seinna árið var talan um lønarlyft uppá 2,25 prosent. Men hetta góðkennir landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum ikki, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi fyri lítlari løtu síðani.
Hoyr samrøðuna, útvarpið gjørdi við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, í útvarpstíðindunum á døgurða, her.