- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heidi Sevdal tryggjaði NSÍ stig
Tað var Heidi Sevdal, sum skoraði móti sínum gomlu liðfeløgum, og tryggjaði NSÍ annað stigið í dystinum móti HB í Gundadali.
Sara Lamhauge legði heimaliðið framum longu í 6. minutti, og tað var eisini hálvleiksstøðan. Tað sá leingi út til, at HB fór at vinna, men tá eini 10 minuttir vóru eftir at spæla, javnaði Heidi Sevdal.
Føroyameistarin upp á seks stig
KÍ var á vitjan í Fuglafirði, har ÍF/Víkingur/B68 tók ímóti. Talan var um ein javnan dyst, og fyrsta og einasta málið kom ikki fyrrenn í seinna hálvleiki. 56 minuttir vóru spældir, tá Victoria á Lakjuni skoraði eftir innlegg frá Evy á Lakjuni.
HB - NSÍ, 1-1
1-0 Sara Lamhauge
1-1 Heidi Sevdal
ÍVB - KÍ, 0-1
0-1 Victoria á Lakjuni