Landskassin lænir tríggjar milliardir

Landskassin lænir tríggjar milliardir
Peningurin skal brúkast til at eindurfíggja eitt lán og at fíggja hall á fíggjarlógini
Stórur áhuga var at keypa lánsbrøvini, sigur Fíggjarmálaráðið
 
20.05.2020 - 09:18

Landskassin hevur lænt tríggjar milliardir krónur.

Landsstýrið tók í gjár knappar tríggjar mia. kr. í láni. Umleið helvtin av upphæddini skal nýtast til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 11. juni. 

Hin parturin, sum er 1,6 mia. kr., skal nýtast til at fíggja eitt væntað hall á fíggjarlógini í ár og næsta ár, orsakað av koronakreppuni. 

Sostatt veksur lánsbrævaskuldin hjá landskassanum við 1,6 mia. kr.

Lánsbrøv

Lánsbrøv eru seld fyri tríggjar milliardir kr.

Eitt tvey ára lánsbræv og eitt fimm ára lánsbræv. Sølan var fyrrapartin í gjár, og hon  gekk sera væl, skrivar Fíggjamálaráðið á heimasíðuni. 

Keypararnir løgdu boð inn fyri 7,3 mia. kr. tilsamans, ið merkir at áhugin fyri føroyskum lánsbrøvum er stórur.

Umframt hjá føroysku peningastovnunum, var áhugin eisini stórur hjá donskum peningastovnum og pensjónskassum. skrivar Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109