Fólk sleppa nú aftur í kirkju

bannari
Fólk sleppa nú aftur í kirkju
Avmarkingar eru settar á, nú tær 60 fólkakirkjurnar í landinum lata kirkjudyrnar uppaftur
Kirkjudyrnar í teimum 60 fólkakirkjunum verða í dag latnar uppaftur. Á myndini Miðvágs kirkja
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.05.2020 - 09:11

Í dag sleppa fólk aftur í føroysku fólkakirkjurnar. Tær 60 fólkakirkjurnar í Føroyum hava verið stongdar í næstan tveir mánaðir orsakað av COVID-19.

Avmarkingar eru settar á, nú føroyingar aftur sleppa í kirkju sum vant sunnudagar. Í teimum stóru kirkjunum sleppa í mesta lagi 100 fólk til gudstænastur, jarðarferðir og brúðarvígslur

Í teimum miðalstóru fólkakirkjunum sleppa í mesta lagi 75 fólk inn, og í teimum smærru kirkjunum í Føroyum sleppa í mesta 30 fólk inn til kirkjuligar handlingar, upplýsir Fólkakirkjan.

Sálmabøkurnar hjá kirkjunum ikki brúkast

Nú kirkjurnar verða latnar uppaftur, verður heitta á fólk um, at hava sínar egnu sálmabøkur við, ella brúka sálmabókaappina. Í onkrari kirkju verða ørk løgd í kirkjuskipið við sálmunum á.

Í Vesturkirkjuni verða tvær gudstænastur í dag, nú avmarking er á, hvussu nógv fólk sleppa til gudstænasturnar; ein verður klokkan 11 og ein klokkan 13.

Her í Kringvarpinum senda vit gudstænastu úr Hoyvíkar kirkju í útvarpinum klokkan 11, og í sjónvarpinum senda vit gudstænastu úr Christianskirkjuni klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594