Samráðast aftur 3. juni

Samráðast aftur 3. juni
Støðan við koronu hevur gjørt, at ongar samráðingar hava verið síðani 3. mars
Súni Selfoss er formaður í Starvsmannafelagnum
 
16.05.2020 - 15:53

Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava avtalað at taka samráðingarnar uppaftur um nýggja sáttmálan. 

Eftir ætlan hittast partarnir aftur við samráðingarborðið 3. juni. 

Seinasti fundur millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið var 3. mars í ár. Støðan við koronu gjørdi, at steðgur kom í samráðingarnar.

KAF vildi eisini bíða við at taka samráðingarnar uppaftur, fyrr enn Starvsmannafelagið hevði tikið støðu til áheitanina frá Fíggjarmálaráðnum um at strika lønarhækkingina 1. oktober í ár.

Sambært Súna Selfoss, formanni í Starvsmannalfelagnum, vóru partarnir nær við at gera semju, tá neyðugt var at hava steðg í samráðingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109