Atlantsflog sigur 90 starvsfólkum úr starvi

Atlantsflog sigur 90 starvsfólkum úr starvi
Uppsagnirnar eru beinleiðis avleiðing av koronakreppuni
 
12.05.2020 - 15:48

Koronakreppan hevur við sær, at Atlantsflog noyðist at siga 90 fólkum starvi.

- Vit høvdu sjálvandi vónað, at krepputiltøkini vóru nóg mikið, tá vit í mars sendu 180 starvsfólk í serskipanina hjá ALS, men so var ikki. Vit noyðast tískil at taka næsta stigið, sum tíverri verður at geva fleiri av okkara góðu og dugnaligu starvsfólkum uppsagnarskriv, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, í tíðindaskrivi.

Umleið 90 fólk verða søgd úr starvi í næstum. Uppsagnirnar verða galdandi frá 31. mai 2020. Nevnd og stjórn fara eisini at endurskoða lønar- og setanarviðurskifti hjá teimum starvsfólkum, sum halda fram í flogfelagnum.

Tryggja kappingarførið

- Hetta er ein liður í at tryggja kappingarførið frameftir, og ein slík endurskoðan verður sjálvandi gjørd saman við øllum viðkomandi pørtum, staðfestir Jóhanna á Bergi.

Uppsagnirnar eru ein beinleiðis avleiðing av koronakreppuni, sum hevur elvt til, at flúgvingin hjá Atlantic Airways eftir fáum døgum minkaði niður í lítið og einki, tá almennu koronatiltøkini vóru sett í verk bæði í Føroyum og uttanlands fyri tveimum mánaðum síðani.

- Støðan er harmilig, men vit trúgva upp á framtíðina, sum vónandi hevur økt virksemi við sær, so at vit líðandi kunnu byggja starvsfólkahópin uppaftur næstu árini. Beint nú noyðast vit at tátta meira í fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið frameftir, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Hoyr samrøðuna við Jóhonnu á Bergi her.

1371012

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835