Søkja um almennar pengar og lata vinningsbýti

Søkja um almennar pengar og lata vinningsbýti
Stór og rík virki í Íslandi hava brúkt pengar úr ríkiskassanum til at gjalda fólki sínum løn, samstundis sum tær geva partaeigarunum vinningsbýti
Heldur ikki í Føroyum fæst at vita, hvørjar fyritøkur søkja um pengar til lønarískoyti.
 
10.05.2020 - 16:22
Tað er komið illa við hjá nógvum íslendingum, at stór og rík virki hava brúkt pengar úr ríkiskassanum til at gjalda fólki sínum løn, samstundis sum tær geva partaeigarunum vinningsbýti og keypa egin partabrøv.
 
Ísland hevur eins og vit eina lønarískoytisskipan, men har fara pengarnir tó úr ríkiskassanum.
 
Endamálið er tað sama sum her, at hjálpa fyritøkum fíggjarliga í hesum koronutíðum.
 
Men tað er komið fram í Íslandi, at stórar og fíggjarliga sterkar fyritøkur hava brúkt lønarískoytisskipanina.
 
Gjalda aftur ella gevast
 
Tvær teirra, millum annað oljufelagið Skeljungur, sum eigur Magn í Føroyum, ætlar nú at gjalda pengarnar aftur, skrivar RÚV í heimasíðuni.
 
Tríggjar aðrar fyritøkur siga, at tær gevast við at brúka lønarískoytisskipanina.
 
Loyniligt
 
Heldur ikki í Íslandi fæst innlit í skipanina, so fólk veit, hvørjar fyritøkur hava søkt um almennar pengar til lønarískoyti, hóast ríkisstjórnin hevur biðið um, at nøvnini verða almannakunngjørd.
 
Tey, sum umsita skipanina, siga, at stundir hava ikki verið til at hava eftirlit við, hvør brúkar skipanina ella misbrúkar hana.
 
Í Føroyum vil Als ikki siga, hvørjar fyritøkurnar eru, sum søkja um pengar úr lønarískoytisskipanina.
 
Tí ber ikki til siga, um fyritøkur her brúka skipanina, hóast tey ikki hava brúk fyri henni.
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109