Hesin dreki skal framleiða streym í Vestmannasundi

Hesin dreki skal framleiða streym í Vestmannasundi
Drekin, sum fer at flúgva undir vatnskorpuni í Vestmannasundi í summar, kann framleiða streym til 30 húsarhald
 
07.05.2020 - 10:09

Ferjulegan á Oyrargjógv er vaknað aftur.

SEV er í holt við at draga káplar og annað upp úr sjónum í eina eftirlitsstøð.

Kápulin fer eftir botninum ein góðan kilometur út á Vestmannasund og verður festur í einum dreka.

Drekin skal veita streym.

Tórfinn Simonsen, verkfrøðingur hjá SEV, hevur arbeitt við royndarverkætlanini. Hann væntar, at drekin fer á flog í juni.

Góðan Morgun Føroyar prátaði við hann hósmorgunin:

1369886

 

Minesto framleiðir drekan. Svenska fyritøkan hevur roynt seg í Írlandi og Wales. Men eftir brexit hevur felagið leitað sær til Føroyar.

Drekin, sum fer at flúgva nakrar metrar undir vatnskorpuni í Vestmannasundi, kann veita streym til 30 húsarhald.

Hann er festur í eina ketu og flýgur sum eitt átta-tal.

Dreki_animation

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878