Eingin tilburður innanlands síðani 6. apríl

bannari
Eingin tilburður innanlands síðani 6. apríl
Tey flestu, sum hava verið smittað av koronu, hava verið í aldursbólkinum 20 til 29 ár
Nú er meira enn 8.000 fólk kannað fyri covid-19
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.05.2020 - 11:34

Í gjár vóru tveir mánaðir síðani, at fyrsti koronutilburðurin varð staðfestur í Føroyum.

Tann 3.mars varð staðfest, at ein maður hevði koronu. Hann hevði verið á ráðstevnu í París. Síðani er smittan funnin hjá 186 fólkum í Føroyum.

Í gjár vóru 185 staðfest at vera frísk aftur. Flestu smittutilburðirnir vórðu fráboðaðir 16.mars. Teir vóru 19. 6.apríl varð ein tilburður fráboðaður.

Síðani er eingin tilburður funnin innanlands í Føroyum. 

Komin við flogfari

Men teir tríggir tilburðirnar, sum eru staðfestir síðani 6.apríl, eru fólk, sum eru komin til Føroya við flogfari. Ein tilburður varð staðfestur 18. apríl og tveir 22. apríl.

Í gjár vóru 8.066 fólk kannað. Hetta er 15 prosent av fólkatalinum í Føroyum. 

Tey flestu smittaðu, 43, eru í aldursbólkinum 20 til 29 ár.

Smittan er funnin hjá 11 børnum í aldursbólkinum null til níggju ár, og í aldursbólkinum 10 til 19 ár eru skrásett 21 smittað.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653