- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA byggir út í Keflavík
Amerikanski herurin er farin undir stóra byggiverkætlan innan fyri trygdarøkið kring flogvøllin í Keflavík í Íslandi.
Tað skrivar Morgunblaðið.
Ein hangarur skal umbyggjast, og umstøður skulu gerast, so at flogfør kunnu vaskast.
Endamálið við verkætlanini er at bøta um umstøðurnar hjá NATO-flogførum, sum eru á varðhaldi.
Verkætlanin kostar 13,7 milliónir dollarar, ella 94 milliónir danskar krónur. Avtalan varð undirskrivað í fjør.
Partur av størri verkætlan
Hetta er partur av størri verkætlan, sum amerikanska stjórnin hevur tikið stig til í altjóða floghavnini í Keflavík. Hetta er fyrsta verkætlan, síðani amerikanska herstøðin í Keflavík varð niðurløgd í 2006.
Sambært Ásgeir Erlendsson, kunningarfólki hjá íslendsku sjóverjuni, varð sjøtul settur á arbeiðið longu í fjør, og tað gongur eftir ætlan.
Byggiverkætlanin er býtt sundur millum amerikanska flotan og amerikanska flogvápnið.
Amerikanska verjumálaráðið fíggjar alla verkætlanina, sum er mett at kosta 142 milliónur danskar krónur.