Flúgva arbeiðsfólk heim við leiguflogfari

Flúgva arbeiðsfólk heim við leiguflogfari
Norska tunnilsfelagið, NCC, leigar nú flogfør, so tunnilstoymini sleppa aftur til arbeiðis í Føroyum
Norska tunnilsfelagið, NCC, leigar flogfør frá Atlantic Airways, so tunnilsmanningarnar sleppa heim
 
15.04.2020 - 10:06

Hetta er tann lættasti og besti mátin, at fáa manningina aftur til Føroyar eftir páskafrítíðina, sigur Per Jonsson, deildarleiðari fyri NCC Civil Engineering Norge, sambært tíðindaskrivi frá felagnum.

Orsøkin er, sambært felagnum, at tað í hesum døgum er næstan ógjørligt at fáa manningina millum Norra og Føroyar gjøgnum vanliga rutunetið. Sambært felagnum er hetta eisini við til, at minka um korona-smittuvandan.

Einki starvsfólk staðfest korona

Havandi smittuvandan í huga, er hetta eisini ein góð loysn. Av tí, at einans okkara starvsfólk eru umborð, eru vit avbyrgd og ikki í samband við onnur, ið ferðast til og frá oyggjunum.

– Harumframt eru vit heldur ikki saman við íbúgvunum í Føroyum, tá vit arbeiða og búgva har, sigur Aage Lien, økisleiðari fyri tunlar í NCC Civil Engineering. 

Við norska miðilin bygg.no upplýsir NCC, at einki av starvsfólkunum í tunnilstoymunum hevur fingið staðfest korona.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497