Norröna liggur í løtuni

Norröna liggur í løtuni
Farmaskipini Akranes og Hvítanes klára at taka alla farmin hjá Norrönu í løtuni
Norröna liggur á Havnini í løtuni. Farmaskipini hjá Smyril Line klára tann farmin, sum er, nú eingin sigling við feráfólkum er
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
03.04.2020 - 13:44

Tað upplýsir Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fyri Kringvarpinum. Norröna kom á Havnina úr Danmark sunnudagin, og síðan tá hevur hon ligið við kai. 

Sambært ferðaætlanini hjá skipinum, skuldi Norröna fara til Danmarkar í gjárkvøldið og til Íslands mánadagin.

Taka støðu í næstu viku

So leingi eingin ferðafólkaflutningur er, verður støða tikin til hvørja viku, um neyðugt er at brúka Norrönu til farmaflutning, sigur Rúni Vang Poulsen.

Og tað hevur ikki verið neyðugt hesa vikuna. Í staðin hava farmaskipini Hvítanes og Akranes tikið tann farmin, ið skuldi umborð á Norrönu.

Virksemið hevur kortini verið umborð á Norrönu hesa vikuna. Ymiskt viðlíkahaldsarbeiði hevur verið gjørt umborð, sigur Rúni Vang Poulsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497