Dagrøktarar kunnu arbeiða á eldraøkinum

bannari
Dagrøktarar kunnu arbeiða á eldraøkinum
Útgangsstøðið er, at starvsfólkini varðveita lønina sambært sáttmálanum
 
26.03.2020 - 09:03

Dagrøktarar í dagrøktini kunnu fyribils verða fluttir á eldraøkið at arbeiða.

Tað eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag vorðin samd um.

Avtalan fevnir um dagrøktarar, sum av arbeiðsgevaranum eru sendir heim, tí einki arbeiði er, men sum hava førleika at røkja uppgávur á eldraøkinum. 

Varðveita lønina

Viðvíkjandi lønini er útgangsstøðið, at starvsfólkini varðveita ta løn, sum tey hava rætt til sambært galdandi sáttmála partanna millum. 

Avtalan verður endurskoðað so hvørt, og dettur burtur av sær sjálvari,  tá korona-bylgjan ikki longur ávirkar tørvin á starvsfólkum, ávikavist í dagrøktini og á eldraøkinum, - tó ikki seinni enn 1. mai.

Avtalan kann tó verða longd eftir tørvi, stendur í skrivi frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114