- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gamli Hvilvtenni aftur í Íslandi
Gamli Hvilvtenni aftur í Íslandi
Útgerðarfélag Reykjavíkur hevur keypt trolaran aftur úr Grønlandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gudmundur_i_nesi1.png?itok=XCUct43d)
Mynd: Morgunblaðið
25.03.2020 - 13:30
Gamli Hvivltenni, sum nú eitur Guðmundur í Nesi, er komin aftur til Íslands.
Útgerðarfélag Reykjavíkur hevur keypt trolaran aftur úr Grønlandi.
Hann varð seldur til Arctic Prime Fisheries í Grønlandi við árslok 2018. Hann fekk tá navnið Ilivileq. Útgerðarfélag Reykjavíkur keypti Hvilvtenni úr Leirvík í 2004.
Trolarin er bygdur í Noregi í 2000.
Guðmundur í Nesi hevur tvær manningar, tilsamans 52 mans, skrivar Morgunblaðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV