Net og Nema: Ferðslan á netinum nógv vaksin

bannari
Net og Nema: Ferðslan á netinum nógv vaksin
Nú fólk arbeiða við hús, er mesta ferðslan á netinum um dagin, siga bæði fjarskiftisfeløgini
Bæði hjá Neti og Nema merkist á fjarskiftisnetinum, at fólk eru farin til hús at arbeiða
 
19.03.2020 - 15:22

Tað merkist á fjarskiftisnetinum, at fólk sita heima og arbeiða í hesum døgum, og ikki á arbeiðsplássum.

Bæði hjá Føroya Tele og Nema er ferðslan á breiðbandinum mitt um dagin nógv økt, síðani fólk fóru til hús at arbeiða.

- Ferðslan sum heild er økt, men vøksturiní ferðsluni er týðiligast um dagin, sigur Páll Vesturbú, stjóri í Neti hjá Føroya Tele.

Eisini hjá Nema

Tann vøksturin merkja tey eisini hjá hinum stóra fjarskiftisveitaranum, Nema:

- Tað er í løtuni líka so nógv ferðsla á netinum mitt um dagin, sum tað vanliga plagdi at vera um kvøldarnar, sigur Gudny Langgaard, stjóri.

Vøksturin á fjarskiftisnetinum er bæði á breiðbandinum og á fartelefonnetinum, siga tey hjá Føroya Tele og Nema.

Biður um at seta góskuna niður

Franski ES-kommisserurin, Thierry Breton, hevur heitt á Netflix um at seta góðskuna niður, tí stroymingtænastur seta stór krøv til fjarskiftisnetini.

Hetta verður tó neyvan aktuelt í Føroyum, tí fjarskiftisnetini her hava so stóran kapasitet, siga tey hjá Føroya Tele og Nema.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878