- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klaksvíkar Sjúkrahús kannar nú fyri COVID-19
Klaksvíkar Sjúkrahús kannar nú fyri COVID-19
Klaksvíkar Sjúkrahús er nú eisini farið undir at kanna fólk fyri coronavirusið

17.03.2020 - 10:39
Fólk kunnu nú eisini fara til Klaksvíkar Sjúkrahús at verða kannað fyri coronavirusið. Tað avgjørdi sjúkrahúsið á einum fundi leygardagin, skrivar Norðlýsið.
- Tað eru alsamt fleiri, ið hava tørv á at verða kannað, og vit meta, at tað er neyðugt, at Klaksvíkar Sjúkrahús eisini er farið undir at kanna fyri coronasmittuna, sigur Alexandra á Dul við Norðlýsið.
Kanningarnar verða gjørdar norðan fyri starvsfólkabygningin við Víkavegin. Fólk skulu tó framvegis ringja til sín kommunulækna ella til læknavaktina 1870 og ikki á Klaksvíkar Sjúkrahús.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV