- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysku partabrøvini rapa
Corona-smittan hevur stóra ávirkan á virðisbrævamarknaðirnar. Virðið á virðisbrøvunum rapa niður aftur í dag.
Danski OMX-marknaðurin er minkaður góð fimm prosent í morgun. OMX Norra minkar næstan sjey prosent, og í Svøríki er virðisbrævamarknaðurin minkaður seks prosent
Føroysku partabrøvini bløða
Eisini báðar føroysku fyritøkurnar, sum eru skrásettar á virðisbrævamarknaðinum, merkja sviðan.
Klokkan 9:30 var virðið Banknordik minkað við næstan 14 prosentum. Fyri einum mánað síðani kostaði eitt partabræv slakar 125 krónur. Í dag er tað minkað við einum fjórðingi og kostar 90 krónur.
Hitt skrásetta felagið, Bakkafrost, hevur í morgun mist næstan sjey prosent í virði og kostar nú slakar 460 krónur. Partabrævið hevur seinasta mánaðin mist umleið ein triðing av virðinum.