- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark: Politisk avgerð at steingja landamørkini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mette_frederiksen.png?itok=ygAHJ1n0)
Víðgongda avgerðin um at steingja landamørkini í Danmark fyri at forða fyri corona smittu, er ikki tikin eftir viðmæli frá heilsumyndugleikunum.
Tað segði stjórin í heilsustýrinum í Danmark nú seinnapartin, tá ið ein tíðindafundur var í Keypmannahavn um tiltøk hjá myndugleikunum í sambandi við corona smittuna.
- Tað er púra greitt ein politisk avgerð, sum vit virða, segði Søren Brostrøm, stjóri í heilsustýrinum á tíðindafundinum, sambært DR.
Tað var á middegi í dag danska tíð, at landamørkini vórðu stongd í Danmark. Tað merkir, at frá nú av skalt tú hava eina góða orsøk - ella eina "viðurkenda orsøk" - til at sleppa inn í Danmark.
Tað kann eitt nú vera, at tú skalt arbeiða í Danmark, vitja ein sjúka familjulim ella aðrar neyðstøður.
Fyri føroyingar hevur støðan í Danmark onga ávirkan á føroyingar. Tað segði Jenis av Rana, uttanríkisráðharri í Degi og Viku í gjár.
Hinvegin verða Føroyar og Grønland framvegis roknað sum partur av danska ríkinum í hesum sambandi.
Kelda: DR