Corona í Føroyum: Støðan júst nú

bannari
Corona í Føroyum: Støðan júst nú
Støðan og tilmælini viðvíkjandi coronasmittu í Føroyum broytast alsamt - her er ein stuttur samandráttur av tí, sum er komið fram seinastu dagarnar
 
14.03.2020 - 16:19
Flogferðsla
- Atlantsflog flýgur fólk heim komandi dagarnar, men týsdagin verður flogferðslan sett niður á næstan einki. Bert heilsustarvsfólk og onnur við átroðkandi ørindum sleppa tá at flúgva við Atlantsflogi. 
 

- SAS flýgur sum vant. Kunningarstjórin sigur, at so leingi eftirspurningur er eftir at koma til Føroya, heldur flúgvingin fram.
 
 
- Helgi Abrahamsen sigur í stuttari viðmerking til áhaldandi rutunetið hjá SAS, at tá allir føroyingarnir eru komnir heim, verður støða tikin til kommersiella flúgving.
 
Sóttarhald
- Ferðandi sum eru komin heim seinastu dagarnar, skulu í heimasóttarhald. Tað merkir, at tey skulu halda seg til sína familju einans.
- Tað merkir, at tey skulu halda seg til bústaðin har familjan er. Tann persónurin skal halda seg á matriklinum. Tann skal ikki hava vitjandi ella fara at vitja fólk, ikki fara út at ganga ella annað og skal hugsa nógv um reinføri heima.
- Hini í familjuni, sum eru í sama húsi sum tann í sóttarhaldi, kunnu fara til arbeiðis og liva vanligt annars.
- Fær tann í heimasóttarhaldi staðfest corona, so verður familjan eisini sett í sóttarhald og kannað fyri corona.
- Um so er, at tann í heimasóttarhaldið livir saman við einum persóni, sum er serliga útsettur - tað verið seg eldri fólk, sjúk ella fólk við niðursettari immunverju - so skal sóttarhaldið ikki gerast á tí matriklinum men aðrastaðni.
 
 
Spurningar og ivamál um Corona
- Um so er, at tú hevur illgruna um, at tú hevur corona, so skalt tú ringja til tín kommunulækna ella til 1870. Men støðan hjá bráðfeingistelefonini 1870 er nú tann, at sera nógv fólk ringja inn við spurningum um corona. Tað kann viðføra, at fólk, sum hava bráðfeingis tørv á at fáa fatur í læknanum ikki sleppa ígjøgnum, sigur Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum.
- Tí skalt tú fara inn á hmr.fo at síggja fleiri upplýsingar um corona smittuna, og hvussu tú skalt fyrihalda teg.
 
Um tú ert uttanlands
- Um tú ert uttanlands og skal heim nú, so skalt tú byrja við at tosa við tína ferðaskrivstovu, sum tú hevur brúkt til ferðina. Harnæst kanst tú ringja til Atlantsflog ella SAS. 
Eisini kunnu fólk við spurningum venda sær til Borgaratænastuna hjá Uttanríkis-og Mentamálaráðnum á tel +298304020. Kunningin frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum er her https://www.ummr.fo/fo/kunning/tidindi/kunning-til-foroyingar-uttanlands/
 
Coronasjúklingar í Føroyum
- Tað eru í dag staðfestir 10 tilburðir av coronasmittu í Føroyum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497