- Tíðindi, mentan og ítróttur
Airbnb: Kunnið tykkara gestir
Airbnb: Kunnið tykkara gestir
Visit Faroe Islands heitir á øll, ið enn hava Airbnb gestir búgvandi, um at kunna sínar gestir um dagførdu støðuna viðvíkjandi Corona virusinum.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ferdafolk_ferdavinna_gasadalur.jpg?itok=JJczlWhZ)
14.03.2020 - 14:58
- Tað kunnu vera ferðafólk í Føroyum, sum av ymiskum orsøkum ikki eru dagførd um støðuna. Til dømis, um tey eru komin úr londum, sum ikki hava nógvar tilburðir. Tað er tí umráðandi, at føroyingar, ið hava gestir úr útlondum, syrgja fyri, at teirra gestir eru dagførd um støðuna, skrivar Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi í dag.
Visit Faroe Islands skrivar eisini, at meira kunning fæst við at venda sær til flutningsfelagið, sum viðkomandi er komin til Føroyar við.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV