Flogferðslan munandi skerd

bannari
Flogferðslan munandi skerd
Atlantsflog gevst at flúgva til Bergen, Reykjavík, Edinburgh og París, og flogferðslan til og úr Danmark verður munandi skerd, boðar løgmaður frá
 
13.03.2020 - 17:39

Corona smittuvandin fær nú avleiðingar fyri flogferðsluna til og úr Føroyum.

Longu á midnátt verður flogferðslan til og úr Føroyum munandi skerd, tá Atlantsflog steðgar at flúgva til Bergen, Reykjavík, Edinburgh og París.

Flogferðslan til og úr Danmark verður eisini munandi avmarkað. Flúgvingin er fyrst og fremst ætlað heilsustarvsfólkum, føroyingum, ið starvast uttanlands og teimum, sum røkja týðandi samfelagsligar uppgávur, eitt nú í sambandi við tilbúgving. Bráneyðugur sjúkraflutningur heldur fram sum vant.

Allir føroyingar, sum búgva í Føroyum og eru staddir uttanlands, eiga at koma heim sum skjótast. Tað mælir løgmaður staðiliga til í tíðindaskrivi.

Í sóttarhald

Øll tey, sum koma til Føroyar, verða biðin um at fara í sóttarhald í 14 dagar. Vegleiðing frá landslæknanum verður latin øllum ferðafólkum, ið eru á veg til Føroyar.

Mannagongdir eru settar í verk á flogvøllinum í Vágum, ið minka um smittuvanda. Einans ferðafólk og starvsfólk hava atgongd til farstøðina. Hondviðføri er avmarkað.

Øll ferðafólk verða leidd út gjøgnum eina serliga útgongd og koma tí ikki í samband við farandi ferðafólk.

'Eg vil enn einaferð gera vart við, at tað er sera týdningarmikið, at øll ferðafólk, ið koma til Føroya, vísa størsta varsemi og halda seg heima í 14 dagar fyri at minka um smittuvandan. Í Føroyum er framvegis tamarhald á støðuni. Okkara uppgávu er í stuttum, at vit øll skulu gera okkara til, at heilsuverkið ikki verður sett undir ov stórt trýst. Støðan broytist alla tíðina, og vit fylgja gongdini neyvt,' vísir løgmaður á.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497