- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bygdaleiðir koyra ikki í 14 dagar
Bygdaleiðir koyra ikki í 14 dagar
Stigið verður tikið til tess at tryggja, at manningar, bussførarar og aðrir lyklapersónar verða tøk
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/bygdaleidir_1.png?itok=-9EMFCnJ)
Bygdaleiðir gevast at koyra í 14 dagar
13.03.2020 - 11:48
Strandfaraskip Landsins taka nú avleiðingarnar av støðuni við coronasmituni, og Bygdaleiðir gevast at koyra fyribils frá í dag til 30. mars.
Bussarnir gevast at koyra alt fyri eitt. Tað skriva Strandfaraskip Landsins á heimasíðuni.
Atgerðir og trygdartiltøk taka støði í fyrivarni, ið skulu tryggja, at vit hava manningar, bussførarar og aðrar lyklapersónar tøkar.
Verður ein smittaður, skulu øll í nærumhvørvinum í karantenu, og tað kann hava við sær, at allar ferjur og bussar verða tikin úr dagliga rakstrinum í óavmarkaða tíð, sigur Strandferðslan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV