- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óli Hans Olsen nýggjur stjóri á Vørn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vorn1.png?itok=s1f3jxoz)
Óli Hans Olsen er settur sum nýggjur stjóri á Vørn, eftir Elmar Højgaard, sum fer frá fyri aldur.
Tað hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður gjørt av.
Óli Hans Olsen er 48 ára gamal. Hann hevur útbúgving sum skipsførari og hevur eitt nú verið skipari á Brimli og Tjaldrinum 11 tey seinastu árini.
Frammanundan var hann yvirstýrimaður/stýrimaður hjá Vørn í seks ár. Hann hevur eisini siglt hjá DFDS og verið stýrimaður og dekkari á fiskiskipi í fleiri ár.
Á síni yrkisleið hevur Óli Hans Olsen ognað sær viðkomandi leiðsluroyndir og serstakt innlit í virkisøkið hjá Vørn í tilbúgving, fiskiveiðieftirliti, skiparakstri og fyrisiting.
Óli Hans Olsen byrjar í starvinum sum stjóri á Vørn eftir nærri avtalu við arbeiðsgevaran, sigur Fiskimálaráðið