- Tíðindi, mentan og ítróttur
Egon Joensen stjóri í Búnaðargrunninum
Egon Joensen stjóri í Búnaðargrunninum
Snorri á Bøgarði, sum skuldi verða stjóri, tekur ikki av starvinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/egon_joensen.png?itok=CINqXIeG)
Egon Joensen verður nýggjur stjóri í Búnaðargrunninum
Mynd: Mynd lænt av Facebook-vanga
12.03.2020 - 13:16
Stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur sett Egon Joensen sum nýggjan stjóra í grunninum frá 1. mai.
Egon Joensen er 48 ár og útbúgvin búskaparfrøðingur, cand.oecon. Hann hevur starvast sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum seinastu sjey árini.
Egon Joensen tekur við stjórastarvinum, eftir at Snorri á Bøgarði, sum fyri trimum vikum síðani fekk boðið starvið, avgjørdi ikki at taka av.
Stýrið fyri Búnaðargrunnin søkti eftir stjóra, tá undanfarni stjórin, Regin I. Jakobsen, tók við sum stjóri í Vága Floghavn.
21 umsóknir vóru til starvið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV